Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Bæði Paul Pogba og Anthony Martial skoraðu síni brotsspørk fyri Manchester United í dystinum í kvøld.

Bert tríggir minuttir og fimm sekund vóru millum brotsspørkini, sambært klokkuni á sjónvarpsskíggjanum. 

Høvuðsleiklutin á Old Trafford átti Paul Pogba - metkeypið frá Juventus. Og beint undan hálvleikinum setti hann eina perlu inn í tríkantin til 3-0 í dystinum móti Fenerbahce.

Endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo