Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Útlendis ítróttur

Henrikh Mkhitaryan var ein av stóru signeringunum hjá United í summar, men armenarin hevur stríðst bæði við skaðar og eisini form fyrstu tíðina og tað hevur ikki givið nógva leiktíð.

Í kvøld fekk hann so møguleikan í Europa League-dystinum móti Feyenoord úr Niðurlondum og rann 27 ára gamli vísti gott spæl.

Offensivi leikarin var við í fleiri álopum og fekk ein góðan møguleika at skora í fyrra hálvleikinum. Og í seinna hálvleiki helt hann áfram at skapa lív frammanfyri málinum hjá gestunum.

Málini hjá Manchester United skoraðu Rooney, Juan Mata, eitt sjálvmál og innskifti Jesse Lingard endaði við fjóða málinum til United.

Úrslitið merkir at United hevur góðar møguleikar at koma víðari í Europa League. United liggur á einum øðrumplássi við níggju stigum eftir fimm dystir. Feyenoord hevur sjey, meðan Fenerbahçe toppar við tíggju srigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo