Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Champions League, 1. fjórðingsfinala: United fjepparar kunnu í kvøld gleðast um, at dysturin ímóti FC Barcelona ikki endaði við tí skrædli, sum mong høvdu stúrt fyri. 

FC Barcelona kom á odda heilt tíðliga í dystinum við einum sjálvmáli frá Luke Shaw, og kundi ein tá vænta tað versta.

Men eftir hetta fótaði United sær, og hóast tað var FC Barcelona, sum var vandamiklari og hevði bóltin væl meira og at enda vann uppiborið, so var talan um eitt sera heiðurligt avrik frá Manchester United.

United hevur nú tapt 4 av teimum síðstu 5 dystunum, men var dysturin í kvøld avgjørt ikki tann ringasti, liðið hevur spælt síðstu vikurnar.

Tað verður nú ógvuliga trupult hjá United at koma víðari til hálvfinalurnar, men Ole Gunnar Solskjær hevur óivað lært nógv av dystinum í kvøld. M.a. at United ikki skal byrja varisliga, men heldur herja á frá byrjan.

Og so kunnu United leikararnir eisini læra frá Solskjær, at um teir eru á rætta staðnum í tí røttu løtuni, so kunnu teir enn prika bóltin uppundir nettakið og senda United víðari til hálvfinalurnar - eins og teir púra óvæntað gjørdu tað í París ímóti Paris St Germain fyri einum mánað síðan.

Sæð við FC Barcelona brillum, so mugu katalonararnir sløsa minni við bóltinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki í kvøld, um teir skulu vinna eina eventuella hálvfinalu ímóti Liverpool. Tí meðan United hevur framherjar, sum ikki veruliga sláa til - Lukaku og Rashford -, so høvdu Liverpool framherjarnir óivað ikki latið FC Barcelona sloppið líka lætt í kvøld.

Eisini má FC Barcelona fáa Lionel Messi meira við í dystin, enn gjørt varð í kvøld. Messi var lutfalsliga friðarligur í dystinum í kvøld, og skal Scott McTominay eiga ein stóran part av æruni fyri, at so var.

Tað er ikki av leið at føra fram, at McTominay var dagsins maður hjá United í kvøld.

Eisini skulu Gerard Pique og Clement Langlet í FC Barcelona miðverjuni eiga rós fyri, at teir megnaðu at halda Marcus Rashford somikið kúrran, sum hann var í kvøld.

United hevur nú spælt fimm heimadystir í Champions League í ár, og hevur liðið bert skotið eitt mál í hesum fimm dystunum - ímóti Young Boys í 91. minutti, tá Marouane Fellaini stútaði bóltin í kassan. Valencia, Juventus, Paris St Germain og FC Barcelona hava megnað at hildið málið reint á Old Trafford í hesum kappingarárinum.

United leikarar, sum stóðu seg væl í kvøld:
David de Gea
Victor Lindeløf
Chris Smalling
Scott McTominay
Fred

United leikarar, sum stóðu seg minni væl í kvøld:
Paul Pogba
Marcus Rashford
Ashley Young
Luke Shaw
Romelu Lukaku

1/4 finalurnar, fyrra hálva:
Liverpool-FC Porto 2-0
Tottenham-Manchester City 1-0
Ajax Amsterdam-Juventus 1-1
Manchester United-FC Barcelona 0-1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo