Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester United vann í kvøld 3-1 á útivølli ímóti Arsenal í tí, sum kanska er besti og mest dramatiski dystur, sum er leiktur í Premier League í hesum kappingarárinum.

Bæði liðini høvdu møguleikar til at fáa fleiri mál enn tey fýra, sum komu í dystinum, og serliga David de Gea í United málinum hevði fleiri heimsklassabjargingar.

Hann var dagsins leikari, hóast Jesse Lingard sjálvsagt skal hava kudos fyri tey bæði málini, sum hann fekk, samstundis sum Paul Pogba var framúr á miðvøllinum og høvuðsmaðurin aftanfyri m.a. tað triðja málið, sum United fekk í kvøld.

Hesin sama Paul Pogba fekk eitt uppiborið beinleiðis reytt kort í 74. minutti, og Arsenal átti at havt fingið tvey brotsspørk ímóti endanum av dystinum.

Arsenal spældi væl og kom so sanniliga við sínum íkasti til dystin, men tá Arsenal verjan lá so høgt uppi á vøllinum, sum hon gjørdi, samstundis sum United var eirindaleyst í sínum frálíku mótálopum, var United sigurin samanumtikið uppiborin.

United er nú aftur fimm stig aftanfyri Manchester City á 1. plássinum.

City spælir í morgin á heimavølli ímóti kreppurakta West Ham United.

Arsenal-United 1-3 (0-2)

0-1 Antonio Valencia 4

0-2 Jesse Lingard 11

1-2 Alexandre Lacazette

1-3 Jesse Lingard 63

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo