Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tema

Eftir at Leivur var fráskildur, kom hann í samband við føroyska kvinnu í Danmark. Skjótt byrjaði nýggja unnustan at vera ágangandi, áloypandi og harðlig. Børnini hjá Leivi vildu ikki vera heima hjá teimum, og hann sá út at vera tann einasti, ið ikki heilt skrásetti, at heilt galið var við parlagnum.

Tá unnustan kom heim til Leiv í desember 2016, fór tað av álvara at ganga harðliga fyri seg.

- Onkrar løtur kundi tað ganga væl, men brádliga var hon sum hamskift. Eftir øllum at døma gjørdi eg eitthvørt, sum henni ikki dámdi, men eg visti ongantíð sjálvur, hvør orsøkin var.

Skæddi oyruni
Tey høvdu í nakrar dagar tosað um at flyta eina sofu, og ein dagin fer Leivur undir at flyta sofuna.

- Brádliga fái eg knýttan neva fleiri ferðir inn á bæði oyruni. Tá ið hetta herindið er av, haldi eg fram at orna sofuna. Tá eg seti sofuna saman aftur, kemur hon til mín og sigur, at eg noyðist at fara til lækna. Tá var tað farið at bløða innan í oyrunum, og tey bólgnaðu upp. Eg fór so til ein lækna í Miðlon, og hann sendi meg beina leið út á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum. Har noyddust tey at skera hol á, fyri at blóðið kundi renna frá.

- Hetta var í einum vikuskifti, og eg skuldi so innaftur mánadagin eftir til oyralæknan. Tá leggur hann dren í oyruni, so blóð og væta kundu renna burtur. Bróskið í oyrunum var so illa farið, at læknin noyddist at leggja eitthvørt á oyruni at styrkja tey, og hann vónaði soleiðis at fáa tey at líkjast oyrum aftur, greiður Leivur frá.

Á Landssjúkrahúsinum spurdu tey Leiv, hvat var hent. Hann svaraði, at hann var dottin so illa, tá hann skuldi flyta eina sofu.

- Men eg haldi, at tey høvdu illgruna um, at okkurt annað mundi vera galið, heldur Leivur.

Tá hann fór heim av Landssjúkrahúsinum, var bandasja vundin um stóran part av høvdinum.

- Bað unnustan um umbering, tá tú komst heim av Skaðastovuni?

- Nei, hon bað ongantíð um umbering fyri nakað.

- Segði tú nakað við hana um hesa hendingina – og um hvussu, hon uppførdi seg?

- Nei, tað gjørdi eg ikki. Har kom tað aftur, at eg helt Gud hava sent mær hana, og nú royndi hon at fáa skil uppá meg.

Breyt nøsina
Tað gekk ikki so long tí, áður enn næsta herindið av harðskapi rakti Leiv. Hesa ferð fekk hann knýttan neva beint á nøsina, og hann kendi á sær beinanvegin, at nøsin brotnaði. Tað var beint áðrenn, tey fóru niður til Danmarkar.

- Tá vit komu niður, segði eg henni, at hon hevði brotið mær nøsina. Tá var hon skjót at ringja, soleiðis at eg kom undir læknahond. Hon var tveir fullkomiliga ymiskir persónar.

- Haraftrat var hon eisini krútsterk, so onkuntíð tók eg í armarnar á henni, tá hon sló meg. Løtu seinni kundi hon koma at vísa mær armarnar, sum vóru bláir av, at eg hevði hildið í teimum. Hygg, her sært tú, tú ert harðligur, segði hon so við meg, greiður Leivur frá.

Misti talið
Leivur misti talið á teimum mongu ferðunum, hann var sligin. Og sløgini komu allastaðni. Vit (m.a. journalisturin) hava sæð myndir, har hann er lillalittur og bláur um stóran part av kroppinum. Sløgini, sum skræddu fyri sær inni í munninum, vóru eisini mong.

Í apríl 2017 fann Leivur eini hús í Danmark til leigu. Sjálvur noyddist hann heim aftur til Føroya, áðrenn hann skrivaði undir leigusáttmálan, so unnustan skrivaði undir í staðin. Leivur rindaði so fyri leigu og depositum úr Føroyum, og unnustan flutti inn í húsini. Nakrar fáar dagar seinni fór Leivur til Danmarkar at búgva saman við unnustuni.

- Tað gingu bara nakrir fáir dagar, so broyttist hon aftur fullkomiliga, framferðarháttur, gongulag, alt broyttist. Nú var eg aftur eitt reyvarhol og alt ilt. Hon sló og var harðlig, og tað helt fram til móti kvøldi. Tá tók eg lyklarnar til bilin og rýmdi út, greiður hann frá.

Leivur var burtur í nakrar tímar, og kom so heim aftur um 2-3-tíðina um náttina. Hann fór spakuliga inn og legði seg. Stutt eftir vaknaði unnustan, og byrjaði at sláa og sparka, til blóðið aftur rann.

- Tá tók eg avgerð um at rýma útaftur. Hon hevði goymt billyklarnar, so eg gekk og mól til heilt fram móti middegi. Tá eg so fór varisliga innaftur, hevði hon sett ymiskt fyri hurðina fyri at forða mær í at sleppa innanftur. Hon gjørdi mær greitt, at har skuldi eg ikki vera, tí eg var vandamikil. Eg trýsti meg so inn kortini, tí eg var svangur. Fór so í køliskápið eftir tunsalati, men tað fekk hon skrætt frá mær og trýst niður í vaski, tí eg skuldi onki hava at eta harinni. Tá gjørdi eg av, at nú var slutt, sigur Leivur.

Hann tók eitt kuffert við einum sindri av klæðum og rýmdi.

(samrøðan heldur fram í einari seinni grein)

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini:

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Kvinnur kunnu pilka menn niður

Vanliga harðskapsmyndin er skeiv

Tørvur á kanning

Breyt steintoy og klipti undirklæði sundur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo