Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Nú føroyska perlan av øllum matstovum hevur hildið opið í nakrar dagar í Keypmannahavn er onki mark fyri lovorðunum sum ummælararnir koma við.

Føroyski hjallurin er eitt satt skattkamar av smakki, tykjast ummælararnir vera samdir um.

Soleiðis gevur ummælarin hjá finans.dk Koks skoðsmálið 'International Mesterklasse' sum er besta skoðsmál.

Og blogskrivarin becauseitmatters hevur ikki orð fyri, hvussu væl garnatálgin smakkar.

Tað er kanska lagnunar speisemi, at útlendingar fáa eyga á tað góða í føroysku matmentanini, samstundis sum alt fleiri ungir føroyingar tykjast kasta hetta frá sær og heldur vilja hava útlendskan mat - sonevndan 'fast food'.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo