Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Mítt tastatur

Sambært búskaparfrágreiðingini frá Búskaparráðnum heystið 2011 vórðu skipanir við uppboðssølu royndar í Russlandi og Estlandi árini 2001 til 2003.

Skipanin í Russlandi fekst ikki at virka sum ætlað. Og farið var burtur frá skipanini í Estlandi orsakað av, at Estland var ávegis inn í ES, og skipanin við uppboðssølu av fiskirættindum var ikki sambærilig við treytirnar, sum fiskivinnan í ES virkaði undir.

Tað er torført at vísa á viðkomandi royndir av tílíkum skipanum, við tað at uppboðssølur av fiskirættindum eru ikki royndar enn í okkara grannalondum.

Men KVF og teirra "serfrøðingar" hava upp í saman júkað um uppboðssølu og nýggjar aktørar.

Og politikarar eru um at falla á knæ, tí vit skulu hava eina sokallaða marknaðargrundaða uppboðssølu, sum enntá ikki fekst at virka í Russlandi.

Hetta minnir ikki sørt um eina føroyska kollvelting, har verandi reiðarar fáa skerdan møguleika, meðan nýggir aktørar skulu hava øktan møguleika.

Slíkar skipanir eru vanliga eitt satt Eldorado fyri útlendingar umvegis strámenn, og tí er stórur vandi fyri, at virðisøkingin endar í útlandinum.

Tað er tí ein logiskur spurningur, hví Noreg, Ísland, Danmark og onnur lond, sum vit vilja samanbera okkum við, ikki brúka uppboðssøluskipanina til síni fiskirættindi?

Ella verður Høgni Hoydal gandakallurin, sum við hjálp frá útvaldum føroyskum serfrøðingum fær eina uppboðssøluskipan at rigga, sum ikki fekst at rigga í Russlandi, og sum okkara grannalond hava frávalt.

Átti Høgni Hoydal ikki heldur at lagt størri dent á, at broytt ella fingið fiskidagaskipanina at rigga?

Vit hava jú eina marknaðargrundaða skipan fyri nótaflotan og fjarfiskiflotan við umsetiligum eginkvotum, sum virkar einastandandi væl.

Skipanin fyri henda partin av flotanum má sigast at vera í heimsflokki, tá tað kemur til úrslit.

Tað er bara at hyggja í roknskapirnar hjá hesum feløgum.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo