Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Vinna

NUMO konsekvensroknaði í 2017 modellið hjá landsstýrinum sambært lógaruppskotinum - løgtingsmál nr. 36/2017 - um nøgdirnar frá 2015 og prísirnir í 2017 vóru brúkt sum grundarlag.

Útrokningarnar hjá NUMO síggjast á heimasíðuni hjá Løgtinginum, undir løgtingsmáli nr. 36/2017: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald, undir Vinnunevndini.

Modellið hjá landsstýrinum í 2017 fyri at áseta veiðigjald tók støði í roknskapum frá 2015 tó korrigerað soleiðis, at í staðin fyri roknskaparligu avskrivingarnar og rentuútreiðslurnar varð roknað loyvdar avskrivingar uppá 10% av søluvirðinum og eitt avkast uppá 10% av søluvirðinum.

Av hesum roknaða avlopinum varð so roknað eitt veiðigjald uppá 70%. Hetta varð so umroknað til eitt veiðigjaldsprosent av avreiðingarprísinum fyri einstøku fiskasløgini.

Avskrivingarnar í lógaruppskotinum í 2017 kunnu ikki kallast avskrivingar, tí hugtakið avskrivingar er knýtt at gjørdum íløgum og er ikki knýtt at søluvirðinum.

Harumframt kunna uppboðssøluprísirnir gera, at samlaða veiðigjaldstrýstið verður størri enn 70%, sum annars varð markið í lógaruppskotinum.

Í nýggja lógaruppskotinum løgtingsmál nr. 40/2018 verða avreiðingarprísirnir í 2017 og uppboðssøluprísirnir brúktir sum grundarlag fyri at rokna veiðigjald fyri árið eftir.

Roknaða veiðigjaldið og uppboðssøluprísirnir verða so vektaðir saman fyri at finna veiðigjaldi pr. kg fyri einstøku fiskasløgini árið eftir.

NUMO hevur fyri Norðlýsið konsekvensroknað nýggja lógaruppskotið – løgtingsmál nr. 40/2018 – grundað á avreiðingar- og uppboðssøluprísir í ávikavist 2017 og fyrstu 9 mánaðirnir av 2018, og vísa hesar konsekvensútrokningar:

• at eitt vektað veiðigjald gevur eitt samlað veiðigjalds- og skattatrýst uppá ávikavist 87% í 2017 og 92% í 2018.

Bert veiðigjaldið gevur eitt veiðigjaldstrýst uppá uppá ávikavist 76% í 2017 og 70% í 2018, og vísir hetta eisini, at tað heldur ikki við hesum modellinum letur seg gera at raka ætlaða útroknaða veiðigjaldið uppá 70%.

Bert uppboðssølugjaldið gevur eitt veiðigjaldstrýst uppá ávikavist 127% í 2017 og 184% í 2018.

Við eini nøgd á 75% og vektaðum veiðigjaldi verður samlaða veiðigjalds- og skattatrýstið ávikavist 95% í 2017 og 99% í 2018.

Um løgtingið samtykkir hetta lógaruppskot verður tað torført at endurnýggja okkara relativt gamla fiskiflota, og kappingarfortreytirnar samanborið við onnur lond gerast munandi verri.

Hinvegin hevur alivinnan góðar karmar og sæst tað aftur í gjørdu íløgunum kring alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo