Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

FSF: - Hetta er ótrúligt, eg eigi ikki orð, segði ein ógvuliga fegin og kensluborin Rannvá B. Andreasen í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge á Rás 2 aftaná minniliga dystin. Rannvá avdúkar, at hon tordi ikki at hyggja ta seinastu løtuna av dystinum, eftir at liðskiparin ímóti dystarenda varð útskift.

Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum at vinna seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappingini, og sostatt tryggja sær pláss í komandi HM-undankapping, sum byrjar í heyst. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, eftir 1-1 í steðginum.

Tá 17 minuttir vóru spældir legði Melike Pekel Turkaland á odda. Men føroyska liðið fall ikki í fátt, og løtu seinni javnaði Rannvá B. Andreasen til 1-1. Og tá dysturin var stóran tíma gamal, var aftur mál til Føroyar. Rannvá gjørdi skjótt av tá bólturin fór út til innkast. Hon tveitti inn til Milju Simonsen, sum einsamøll við málverjanum var trygg, og so var føroyska liðið á sigurskós.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Montenegro 7-1 á Luksemborg. Endaliga støðan gjørdist, at Føroyar fingu 9 stig, Turkaland 6 stig, Montenegro fekk 3 stig, meðan Luksemborg endaði aftast við ongum stigi.

Føroyar - Turkaland 2-1 (1-1)

0-1: Melike Pekel, 17.

1-1: Rannvá B. Andreasen, 36.

2-1: Milja R. Simonsen, 63.

Lutakastið til HM-undankappingina verður avgreitt um tvær vikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo