Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Av ávísum orsøkum skrivi eg hetta uppískoytið til mínar Hugleiðingar 13. í hesum mánaði.

Í landskassans ársroknskapum lesa vit, at Oljugrunnurin í árunum 1986-1990 fekk brennioljugjaldið, samanlagt 369.544.801,22 kr. minus afturgoldið bátum 733.899,80 kr., ella netto 368.810.901,42 krónur.

Í sama tíðarskeiði fekk Oljugrunnurin 39.516.161,45 kr. í rentuinntøkum av grunsins útlánum og innistandandi í bankum og sparikøssum.

Oljugrunnurin,  1. januar 1991…………………………………………….  371.682.200,11 kr.

Innistandandi í 6 peningastovnum …….. 82.139.719,40 kr.

Ymisk útlán ………………………………………..132.304.665,63 ”

Millumrokning við landskassan…………..157.237.815,08 ”        371.682.200,11  kr. 

Í 1991 fekk Oljugrunnurin einki brennioljugjald. Tað árið fekk landskassin 78.113.487 kr. í bennioljugjaldi, og ætlandi hevur hann síðan 1991 fingið hetta gjaldið regluliga ár um ár til dagin í dag.

Oljugrunnurin hvarv í landskassans ársroknskapi 1992. 

Men brennioljugjaldið hvarv ikki. Tað fór (og fer) í landskassan. 

Eftir øllum at døma varð lógin frá  1. oktober 1986 við seinni broytingum um brennioljugjald avtikin við nýggjari lóg og kunngerðum virkandi frá 1. januar 1993.

Hýsteriskt grátuligt og púra ófatiligt, hvussu okkara lóggávuting í destruktivari øði kundi fremja burturbeining av nøkrum vælvirkandi, almennum grunnum í góðari og tryggari legu.     

Heri Mohr
stjóri á Føroya Gjadstovu til 31. oktober 1991

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo