Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Politikkur

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í vikuni sent uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá til ummælis.

Hetta lógaruppskot er partur av Talgildu Føroyum verkætlanini. 

Talgildu Føroyar byggja á 4 grundsúlur, ið samanlagt vilja skapa eitt nýtt og framkomið talgilt undirstøðukervi í Føroyum. Súlurnar eru: Talgildi Samleikin, Heldin (felags talgildur samskiftisvegur), Borgaraportalur og Grunddátur. Hetta lógaruppskotið er partur av súluni Grunddátur.

Tørvur er á einari almennari virkisskrá, sum undirstøði fyri øllum grundardátum um eindir í Føroyum, hetta fyri at effektivisera útvegan av grundardátum til almennar og privatar eindir.

Í hesum uppskoti verður mælt til, at seta á stovn almenna virkisskrá í Føroyum. Skráin skal innihalda grundardátur um virkir, stovnar, felagsskapir og aðrar fyrisitingarligar eindir í Føroyum og gera hesar grundardátur tøkar fyri øll áhugaði.

Upplýsingar um føroyskar eindir verða í dag innsavnaðar av TAKS og Skráseting Føroya, ið hava skipanir, sum nøkta teirra tørv. Eingin ella lítil samskipan er av hesi innsavnan, og trupult er at samskifta og endurnýta somu upplýsingar millum almennar stovnar og privatar eindir.

Flestu stovnar og virki, ið hava tørv á at halda skil á eindum í Føroyum, viðlíkahalda sína egnu skrá, tó at summi í ávísan mun styðja seg til skránna hjá TAKS.

Hetta merkir, at neyðugt er við manuellum viðlíkahaldi, tá talan er um eindir, sum til dømis broyta navn, bústað ella telefonnummar ella verða skrásettar, halda uppat, verða lagdar saman við øðrum ella verða umskipaðar.

Almenna virkisskráin skal viðvirka, at: 

• ongum, hvørki almennum stovnum ella privat virki, nýtist at hava sína egnu virkisskrá,

• allir almennir stovnar brúka felags virkisskrá

• tilluta eintýðuga eyðmerking av eindum í Føroyum og

• grundardátur altíð eru dagførdar.

Ummælisfreistin er 25.01.2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo