Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Eftirsum harra Magni Arge ikki hevur plágað hvørki tað danska Fólkatingið ella ta føroysku opiniónina við nøkrum spurningi í eina heila viku, mugu vit frykta fyri, at hann er við at vera í uppisetri fyri retoriskar spurningar.

Tað er ein katastrofa, hvis hann skal  verða  gloymdur í vikuvís!

Tessvegna er rímuligt vegna ta donsku samfelagsdebattina at skjóta upp ymiskt tilfar, sum Magni kundi undirhildið Fólkatinginum við.

Dømini eru legio:

Eitt nú,
1) Hvussu nógv kostáði tað at dragsa Puigdemont til Kjøpinhavnar? Og hvør betalti?

2) Hvussu nógv kostaði umlegging av ferðsluni í Kjøpinhavn við poiliti-sperringum og stórari seinkan av ferðsluni? Og hvør betalti ta rokningina?

3) Hvussu nógv skuldu tær gorillur hava, sum ansaðu eftir Puigdemont og Arge? Hvør hevur lønað teimum?

4) Ætlar Arge at halda býin og politiið skaðaleys fyri hesar óneyðugu útreiðslur?

5) Hevur Lars Løkke yvirhøvur tikið nakað stig til at fyribyrgja, at ein asteroida elle eitt meteor rakar Føroyar, og er ST yvirhøvur orienterað um, hvussu astronomiskt Danmark forsømir Føroyar?

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo