Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Onnur tíðindi

Ein ljóðupptøka sum er komin undan kavi skal seta saudiska krúnprinsin, Mohammed bin Salman, beinleiðis í samband við hendingina á saudiarabisku sendistovuni í Istanbul, tá journalisturin Jamal Khashoggi varð myrdur.

Hendingin hevur vakt ans um allan heim og hevur kastað Saudi Arabia út í eina álvarsliga diplomatiska kreppu. Jamal Khashoggi búði í USA og skrivaði fyri The Washington Post - og ofta fanst hann hvassliga at teimum sum ráða fyri borgum í Saudi Arabia.

The New York Times skrivar um ljóðupptøkur, sum CIA hevur fingið, sum skulu prógva, at saudiski krúnprinsurin fekk boðini, tá drápið var framt. Á ljóðupptøkuni hoyrist onkur boða "the boss" frá, at drápið er framt. Tríggjar ymiskar keldur siga við The New York Times, at "the boss" er Mohammed bin Salman, krúnprinsur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo