Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Eysturskot: 20 skjúttar vóru tilmeldaðir, tá nýstovnaða skjótifelagið úr Leirvík/Gøtu skipaði fyri kapping í leirdúgvuskjóting á breytunum hjá Byrsumúla í Tórshavn leygardagin.

Kappast var bæði í Trap og Skeet og ikki kann sigast annað enn at kappingin gekk væl, hóast vandi var fyri at veðrið fór at arga eitt sindur, men gott veður var í Sandvíkum undir allari kappingini.

Í Trap tóku Alex Johannesen og Jónstein Johannesen, sum umboða Eysturskot (EYS), fyrsta og annað plássi ímeðan Jón Jacobsen sum umboðar Veiðufelagið Byrsumúla(VBM) fór við bronsuna.

Í Skeet var tað Tórur Fløtt sum vann gull frammanfyri beiggjan Jóhann Fløtt og Sámal Debes fór avstað við bronsuni, allir úr Sunda Byrsufelag.(SBF)

F-16 kappingin er tann fyrsta sum Eysturskot skipar fyri og samstundis tann fyrsta almenna kappingin í 2019.

Vinningar vóru lætnir til 6 teir fremstu í hvørjari grein.

Á myndini í Trap vantar Johnhard Klettheyggj frá VBM og á myndini í Skeet vantarJógvan Egholm úr Vestmanna skjótifelag. (VBF)  

Tað bleiv borðreitt við góðum vinningum í heimsklassa, so sum, ”RINKA” heimsins besta laksi frá Marine Harvest og turrun fiski frá FMP í Leirvík, saltfiskið frá PRG í Gøtu og so eisini frystiturkaðum hýsubitum frá NAD Seafood av toftum, og so nøkrum klokkum sum vóru bílagdar til dagin.

Annars verður arbeitt við at fáa breytuna hjá Eysturskot, úti á Vík í Leirvík klára til kappingar. Vónandi verður tann fyrsta kappingin síðst í 2019 ella fyrst í 2020.

Øll úrslitini frá F-16 kappingini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Eysturskot sum er, Eysturskot.com og á heimasíðuni hjá Skjótisambandinum sum er Skot.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo