Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

USA innførur toll á tíggju prosent á flogfør gjørd í Evropa, meðan landbúnaðarvørur fáa ein toll á 25 prosent.

Tollurin verður álagdur frá 18. oktober, skriva fleiri tíðindastovur.

Sambært BBC verður tollur lagdur á hesar vørubólkar: Laksaflak, ost, sitrón, olivinolju, Marsala-vín, klæðir úr kashmir-ull, keramik og motorsúkklur.

Avgerðin um at leggja toll á útvaldar ES-vørur er tikin, eftir at Heimshandilsstovnurin WTO í gjár avgjørdi eitt drúgt mál um statstuðul til Airbus.

USA ákærdi longu í 2004 fleiri evropeisk lond fyri at lata ólógligan stuðul til fronsku flogverksmiðjuna.

Statsstuðulin gav sambært USA Airbus ein órættvísan fyrimun í kappingini við amerikanska felagið Boeing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo