Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Carla Sands, sum annars vitjaði í Føroyum í summar, hevur latið danskar politikarar vita, at hon heldur øktu donsku verjuútreiðslurnar eru eitt stig á rættari leið, men tó langt frá nóg nógv.

Fólkatingið hevur í vikuni samtykt at brúka 4,5 milliardir krónur afturat uppá verjuna fram til 2024. Tá hon at kosta 1,5% av bruttotjóðarúrtøkuni (btú) ímóti 1,3% í dag.

Men tað fær ikki Carlu Sands at rópa hurrá.

Hon vísir á, at Danmark hevur forpliktað seg til at brúka 2% av btú, og enn er langt á mál.

- Danskir politikarar mugu byrja at tosa um, hvussu teir ætla at røkka hesum málinum, sigur hon í samrøðu við Børsen.

Carla Sands bleiv amerikanskur sendiharri í Danmark tá Donald Trump bleiv forseti í USA. Og Donald Trump hevur fleiri ferðir hartað NATO londini, tí tey ikki brúka nær til so nógvar pengar sum USA til verjuendamál.

At Carla Sands tekur støðuna í størsta álvara kom eisini til sjóndar, tá hon herfyri vitjaði umborð á eini danskari fregat, tí skipið ikki hevði rakettir umborð.

- Eg skilji bara ikki, hvussu Danmark kann verja seg sjálvt ella koma sínum sameindu til hjálpar um tað gerst neyðugt. Tað er jú tað sum er meiningin við NATO, segði hon um manglandi útgerðina umborð á herskipinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo