Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Bannið kemur eftir at Iran í gjár skeyt eina amerikanska dronu niður sum fleyg yvir Hormussundinum.

Iran sigur, at dronan kom innn í iranskt loftrúm, men USA sigur, at hon fleyg í altjóða loftrúmi.

Forboðið hjá amerikanska loftferðslumyndugleikanum (FAA) er bert galdandi fyri flogfør úr USA, og enn er ógreitt um onnur lond fara at seta forboðið í verk.

- Fleiri vanlig flogfør við ferðafólki vóru á sama staði har sum dronan bleiv skotin niður. Tað tættasta fleyg einans umleið 80 km harfrá, sigur FAA í eini fráboðan.

Beint eftir tilburðin í gjár avlýsti stóra amerikanska flogfelagið United Airlines fyribils alla flúgving ímillum USA og India, tí rutan gongur ígjøgnum Iranskt loftrúm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo