Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Heimsins skjótasti maður, jamaikamaðurin Usain Bolt, sigur, at hann hevur skrivað undir sáttmála við eitt fótbóltsfelag.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

31 ára gamli sprintarin er heimsmeistari á 100 metra teininum, men boðaði í fjør frá at hann gavst at renna, eftir at hann millum annað hevði vunnið heili 8 olympisk gullheiðursmerki. 

Hann hevur altíð verið stórfjeppari hjá enska felagnum Machester United, og hevur eisini vant við øðrum feløgum í Europa og Afrika.

Usain Bolt ætlar at avdúka í morginári klokkan 8 hvat felag hann hevur skrivað sáttmála við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo