Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Tiltøk

Synergi: Kom við til ½ ára útbúgvingina fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk. Tú kanst arbeiða samstundis! Yvir 100 luttakara frá nógvum føroyskum fyritøkum og stovnum hava tikið útbúgvingina (ÚSSM) og geva henni toppkarakter.

”Eg lærdi gjøgnum útbúgvingina nøkur amboð um prioritering og handfaring av arbeiðsuppgávum. Haraftrat fingu vit persónligan coach, sum eg hevði tríggjar persónligar samrøður við. Tað var heilt fantastiskt. Eftir skeiðið hevur gingist, sum eg hevði lovað mær sjálvari: ”At gerast betur at umgangast áhaldandi strongd”.    Elsa Olsen, leiðsluskrivari, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Útbúgvingin gevur tær eina persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast betur í starvinum og verður styrkt sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.

Tilmeldingarfreistin er í dag 11. januar ella so leingi pláss eru. Fyrsti møtidagur er 14. februar 2018, men tú fært fyrsta moduli til sjálvlestur 22. januar 2018.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.

Útbúgvingin endar 15. juni 2018 við prógvhandan. Próvtøkan er sjálvboðin. Fert tú ikki til próvtøku, ført tú í staðin váttan fyri luttøku.

Útbúgvingin vendir sær til skrivarar, samskiparar, móttøkufólk, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.

Kom og uppgradera tín førleika, tekna teg og les alt um útbúgvingina HER ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo