Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tosað verður nú um útbúgving til hjálparfólk. Høvuðsspurningurin í samband við útbúgvinina tykist at vera, hvar í landinum skúlin skal ligga, og er ætlanin í verandi løtu, at skúlin skal liggja í Suðuroy.

Hjálparfólkafelagið er av tí áskoðan, at innihaldið í skúlanum og hvørji rættindi skúlin gevur hjálparfólki er alt avgerandi fyri skúlan og útbúgvingina. Hvar skúlin liggur kemur í aðru rekkju.

Endamálið við útbúgvingini skal vera at tryggja brúkaranum eina betri tænastu, og er spurningurin tí, um ætlaði leisturin er tann rætti.

Verandi sáttmáli millum pedagogfelagið og fíggjarmálaráðið tryggjar námsfrøðingum fyrsta rætt til øll størv. Tí má sáttmálin broytast, soleiðis at aðrar útbúgvingar, ið eru viðkomandi innan økið, eisini kunnu fáa tryggja fast starv.

Setanartreytirnar fyri at verða settur í starv ljóða soleiðis:

§ 2. Setanartreytir

"Treytin fyri at verða settur í starv er, at viðkomandi hevur lokið námsfrøðiligt prógv, ella samsvarandi prógv, ið er góðkent av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag.

Stk. 2. Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað. Sambært semju millum sáttmálapartarnar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili."

Sáttmálin á dagstovnaøkinum millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og pedagogfelagið sigur, at 2/3 av størvunum eru normeraði til námsfrøðingar og 1/3 til hjálparfólk. Tað merkir, at hjálparfólk, ið verða sett í starv, verða sett í fast starv.

Støðan á serøkinum, sum Fíggjarmálaráðið umsitir, er heilt serlig við tað, at øll størv eru normeraði til námsfrøðingar. Hetta merkir, at um hjálparfólk verður sett í starv, skal starvið kortini lýsast leyst við jøvnum millumbilum. Hetta ger tað torført hjá hjálparfólkum at fáa fast starv, tí um námsfrøðingur søkir, skal hann setast í starvið sambært sáttmálanum.

Brúkararnir innan serøki hava serligan tørv og eru sera ymiskir. Hetta eru brúkarar við ymiskum diagnosum, og hava teir tørv á einum væl skipaðum og tryggum gerandisdegi. Nógv tann størsti parturin av starvsfólkinum á serøkinum eru hjálparfólk, hetta tí, at námsfrøðingar ofta ynskja at starvast á dagstovnaøkinum. Flestu hjálparfólk innan serøki, hava arbeitt á økinum í fleiri ár, og hava tískil nógvar royndir. Talan er um góð og dugnalig starvsfólk, sum hava hugt at meðan teirra starv verður lýst leyst, til námsfrøðingar at søkja. Eftir at starvið hevur verið lýst leyst í jøvnum millumbilum í heili tvey ár, kunnu hjálparfólk sleppa av pínubonkinum og verða sett í fast starv. Eftir at hava arbeitt innan serøki í fleiri ár, og soleiðis fingið sær nógvar arbeiðsroyndir innan økið, hava hesi hjálparfólk vunnið sær nógva og stóra fakliga vitan, og eru tey serkøn á serøkinum, samstundis sum tey eru tryggleikin hjá hesum brúkarum.

Hvørji rættindi fer skúlin at geva hjálparfólkunum?

Spurningarnir eru nógvir, ið kundu verið settir í samband við hjálparfólkaskúlan!

Í Danmark tekur tað millum 2 og 3 ár at útbúgva seg til Pædagogisk assistent/námsfrøðiligan atstøðing, og gevur útbúgvingin hjálparfólkum á serøkinum einans eitt lønarstig hægri endaløn, og tvey lønarstig til tey, ið starvast á dagstovnaøkinum, enn tey hava rætt til nú. Fer 1 ára hjálparfólkaútbúgvingin, sum ætlanin er at seta á stovn, at fáa viðurkenning á sama støði sum danska útbúgvingin Pædagogisk assistent, ella er talan um eina serføroyska útbúgvin?

Útbúgvingin sum pædagogisk assistant ger ikki, at ein verður námsfrøðingur. Eftir lokna útbúgving er ein framvegis hjálparfólk. Fer útbúgvingin at tryggja hjálparfólki fast starv?

Endamálsorðingin hjá pedagogfelagnum ljóðar soleiðis:

"Pedagogfelagið vil virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning."

Fer pedagogfelagið at broyta teirra endamálsorðing og virka fyri, at hálparfólk verða sett í fast starv eftir eina 1 ára útbúgving?

Hjálparfólkafelagið vil virka fyri, at útbúgvingartilboðini til hjálparfólk verða viðkomandi. Eisini vilja vit virka fyri, at størvini verða normeraði soleiðis, at hjálparfólk, ið arbeiða á serøkinum skulu setast í fast starv.

Hetta fyri at tryggja hjálparfólki virðilig kor til gagn fyri brúkara og stovn.

Sámal Hansen
Nevndarlimur Hjálparfólkafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo