Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin kann koma at vanta í.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum í dag.

- Skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 43 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um í dag.

Talan er um eina væntaða meirnýtslu frá tí byggingin byrjaði og til byggingin er liðug í 2021. Væntaða meirnýtslan órógvar ikki verkætlanina her og nú, men kann við tíðini leggja trýst á verkætlanina, tá ið byggingin nærkast endanum.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú heitt á Landsverk um at greina nærri, hvørji átøk kunnu gerast.

Landsverk hevur boðað frá, at tað gongur umleið ein mánaður, áðrenn nøkur ítøkilig uppskot eru tøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo