Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger

Eyðun Jacobsen hevur júst sent nýggja fløgu við andaligum sangum á marknaðin.

Lívsins løtur eitur nýggj fløga, sum Eyðun Jacobsen í hesum døgum gevur út. Talan er um fløgu við andaligum sangum, har vakra røddin hjá Eyðuni veruliga kemur til sín rætt.

Í hesum sambandi verða tvær útgávukonsertir um vikuskftið.

Tann fyrra av hesum verður í kvøld, leygarkvøldið, í Frelsunarherinum í Havn, og byrjar hon klokkan 20.00.

Seinna konsertin verður í Kelduni í Skálafirði sunnudagin klokkan 20.00.

Á konsertini fer Eyðun at framføra løg av nýggju fløguni, og afturat sær hevur hann væl spælandi húsaorkestrið hjá Frelsunarherinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo