Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Útlendingaøkið skal á føroyskar hendur sum skjótast. Skipanin í dag er stirvin og má broytast umgangandi. Feskasta dømi síggja vit nú, har Praveen Satthi, sum hevur búðleikast í Føroyum í samfull trý ár, verður sendur av landinum. Vit hava sæð slíkar søgur fyrr, og vit fara at hoyra søgurnar aftur, um broyting ikki kemur í.

Óhugnaligu boðini, sum Praveen Satthi hevur fingið, eru enn eitt prógv um, at vit mugu yvirtaka útlendingarmál - ongantíð ov skjótt! Allir útlendingar, ið liva her, kunnu einans vera her eftir donskum loyvi. Tað vil siga, at fólk, ið ikki kenna samfelagið og tørvin í Føroyum, seta treytirnar fyri hvør kann vera her.

Tað er sjálvsagt føroyska útlendingastovan, sum skal taka avgerðir í slíkum málum. Ábyrgdin má liggja hjá føroyingum.

Vit skulu hava eina góða skipan og útlendingapolitikk, sum er egnað til okkara samfelag. Hetta kemur bæði tilflytarum og øllum Føroya fólki til góðar.

Umframt at yvirtaka útlendingamál eiga vit eisini at uppraðfesta integratiónspartin. Tilflytarar fáa í løtuni ikki nóg nógva undirvísing í føroyskum og um føroyska samfelag. Tað hevur týdning, at tilflytarar hava møguleika at læra seg føroyskt. Tá er lættari at fella til, fáa arbeiði og støðast.

Unga Tjóðveldið heitir tí á landsstýrismannin í útlendingamálum, Poul Michelsen, at seta ferð á yvirtøkuna av útlendingamálum. Ov nógvar menniskja lagnur eru brátt endaðar her uttan orsøk, uttan føroyska fólkið hevur havt síðsta orðið.

Nú er tíð til, at føroyingar taka ábyrgdina og politikkin um hendi.

Vegna Unga Tjóðveldið
Elsa Berg, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo