Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

Útlendingar eiga at gjalda fyri at ganga í føroysku fjøllunum. Men føroyingar skulu sleppa at ganga har ókeypis.

Tað kann vera ein niðurstøða úr spurnarkanning, sum VP hevur gjørt hjá sínum lesarum seinasta samdøgrið. Hinvegin ber eisini til at siga, at heili 47% siga, at gjald er ikki í lagi, og skal nakað gjald takast, so er tað landið sum skal standa fyri tí.

Yvir 2.000 hava valt at svara spurnarkanningini, og flestu tykjast halda, at tað er í ordan við gjaldsskipanum av onkrum slagi, men tær skulu ikki raka føroyingar, bert útlendingar. Heili 41% hava svarað ja uppá tann spurningin.

12% halda, at tað er í lagi at krevja inn pening frá øllum. Tvífalt so nógv, ella 26% halda, at tað er ikki í lagi at krevja gjald fyri at ganga í fjøllunum. Og stívliga fimti hvør, 21%, halda, at landið eigur at gera eina felags innkrevjingarskipan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo