Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Hagstovan: Fólkavøksturin seinastu árini saman við vaksandi løntakaratali og lítlum arbeiðsloysi hevur elvt til spurningar um, hvussu stórur partur av fólkavøkstrinum er útlendsk arbeiðsmegi.

Hagstova Føroya hevur nú víðkað løntakarahagtølini við talvum um føðiland og ríkisborgaraskap. Útlendingar eru her lýstir sum persónar við øðrum enn donskum ríkisborgararskapi, sum hava skrásettan bústað í Føroyum.

Tølini vísa, at útlendingarnir telja ein lutfalsliga lítlan part av løntakaraskaranum. Í juli vóru uml. 4% av øllum løntakarum í Føroyum útlendskir løntakarar. Til samanberingar vóru útlendingarnir 1% av øllum løntakarunum í 1985. Myndin niðanfyri er ein úrskurður av myndini omanfyri, ið greiðari visir gongdina av útlendsku løntakarunum í Føroyum. Her sæst, at útlendsku løntakararnir eru farnir úr uml. 2,5% fyrst í 2014, tá fólkavøksturin tók dik á seg, upp í umleið 4% av løntakaratalinum nú.

Av útlendsku løntakarunum er størsti vøksturin hesi seinastu árini serliga ikki-norðurlendskir ES-ríkisborgarar. Í juli í 2014 vóru hesir ríkisborgarar 0,7% av samlaða løntakaratalinum, meðan teir í juli í ár vóru 1,5% (406 løntakarar). Í sama tíðarskeiði eru ríkisborgarar uttan fyri Evropa farnir úr 1,0% upp í 1,6% (430 løntakarar).

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo