Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Menninir komu í hornatøkur á einum gistingarhúsi í Havn náttina ímillum 9. og 10. februar.

Í dóminum kann lesast, at tann sum endaði sum offrið ikki var heilt ósekur men eisini provokeraði tann sum endaði við at fáa dóm. Tað er tó ongin undanførsla fyri at blíva harðligur og tað er heldur ongin undanførsla, at rúsdrekka var uppi í leikinum.

Maðurin noktaði seg sekan. Hann segði seg onki minnast. Men vitni, myndir frá vakmyndatóli og læknafrágreiðing gjørdu, at dómarin helt seg hava nóg gott at halda um, tá hann dømdi.

Tann dømdi fekk 50 daga treytaða fongsulsrevsing og sleppur ikki aftur til Føroya í trý ár.

Tað framgongur ikki av dóminum, hvaðani menninir eru. Men útvarpið visti at siga, at menninir eru úr Íslandi, og at tann dømdi er løgreglumaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo