Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Á leið 30 útlendskir tilflytarar fingu í dag prógv í føroyskum frá Tórshavnar Kvøldskúla. 

30 tilmeldingar vóru til byrjanarskeið í føroyskum sum annað mál, sum byrjaði tann 3. september, og av tí at so nógvar tilmeldingar vóru, varð gjørt av at býta næmingarnar í tveir flokkar eftir útbúgvingarstøði teirra.

Undirvísingin fór fram yvir 160 tímar, og komu luttakararnir úr øllum heimsins heraðshornum - frá Kolumbia, Póllandi, Russlandi og Filipsoyggjunum, fyri at nevna nøkur av londunum.

Tey, sum fingu A1 prógv, fingu undirvísing á byrjanarstøði, meðan tey, sum fingu A2 prógv, fingu undirvísing á einum sindur hægri støði.

Eftir nýggjár - í januar - heldur føroyskt-undirvísingin fram fyri tey, sum fingu prógv í dag - tó hesaferð á einum hægri støði.

Í samrøðu við VP eftir prógvhandanina í dag segði Bergljót av Skarði, annar av føroyskt-lærarunum á Kvøldskúlanum, at hon og russiskt-fødda Alina Jespersen, sum er hin undirvísarin, hava roynt at havt eina varieraða undirvísing, har tær millum annað hava sungið við luttakarunum og eisini verið eitt sindur úti við teimum, millum annað umborð á Magnusi Heinasyni í sambandi við Vísundavøkuna herfyri. Tó hevur vanlig talvuundirvísing eisini verið ein stórtur partur av undirvísingini, leggur hon aftrat.

Sí myndir frá prógvhandanini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo