Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Ein útlendskur ferðamaður, sum skal til Føroya at ferðast, er um at setast aftur, tí tað verður alt ov dýrt og trupult fyri hann.

Tí hann hevur elbil.

Og einasti brúkiligi máti hjá honum at fáa bilin løddan er at keypa eitt løðikort frá SEV fyri 500 kr. So kann hann løða sum hann vil, men tað er bara tað, at hann er bara í Føroyum í 3 dagar. Og so hongur roknistykkið ikki saman, sigur hann.

- Eg haldi, tað er í áhuganum hjá Føroyum at lata ferðafólk sleppa at koyra ókeypis í Føroyum tá tey koyra elbil, heldur enn lata tey sita eftir við kensluni av at verða rænd á henda hátt, skrivar ferðamaðurin í brævinum, sum kann lesast niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo