Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tann 30 ára gamli grønlendingurin hevur sitið varðhaldsfonglaður síðani januar, og hansara fingramerki er funnið á koyrikortinum hjá Birnu Brjánsdóttir, og hennara blóð funnið á hansara klæðum. Maðurin viðgongur at hann tók hana í bilin, men noktar at hava dripið hana, skrivar Sermitsiaq.

Eftir ætlan skuldi maðurin longu avhoyrast týsdagin, fyrsta dagin í rættarmálinum, men avhoyringin verður helst útsett, tí kanningarúrslitið hjá einum týskum serfrøðingi er seinkað, skrivar Sermitsiaq.

Greitt er tó, at manningin á Polar Nanoq skal vitna týsdagin. Manningin fær bert verið í Íslandi stutta tíð, og verður avhoyringin av manningini tí ikki útsett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo