Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Politikkur

Áhugin fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjarnar er vaksin seinnu árini og nú er stuðulin til útoyggjamenning hækkaður 300.000 í mun til í fjør. Samlaða játtanin í ár er 1,1 mió. krónur.

- Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk - yngri sum eldri - fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Samstundis sum ynskið um eitt burðardygt lív nærri náttúruni tykist vinna frama. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess og er útoyggjastuðulin ein partur av hesum, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking.

Í fjør fingu 18 verkætlanir stuðul til útoyggjamenning. 26 umsóknir vóru. Sí yvirlit yvir verkætlanirnar her.

Freist at søkja um stuðul til útoyggjamenning í 2019 er 1. februar. Sí lýsing her 

Um játtanina
Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo