At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nýggjar útrokningar vísa, at tilflytarar kosta danska statinum 30 milliardir krónur árliga, ein minking á 5 milliardir frá seinastu útrokning.

Fleiri ikkivestligir tilflytarar er komnir í arbeiði, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at útreiðslurnar til tilflytarar er minkað við fimm milliardum krónum.

Tað vísur nýggja frágreiðingin hjá danska Fíggjarmálaráðnum við teimum seinastu tølunum, skrivar avísin Danmark.

- Hetta er ein sera markant broyting, sigur fíggjarmálaráðharrin Kristian Jensen við avísina og leggur afturat:

- Tað, sum er positivt, og tað, sum er nýtt, er, at nú gongur rætta vegin. Vit hava vent gongdini yvir útreiðslur í sambandi við ikkivestliga tilflyting, og vit síggja, at vestlig tilflyting gevur eitt eyka pluss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo