Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Fyriskipararnir av Voxbotn boða nú frá, at útselt er til Voxbotn 2018, sum verður á skránni tann 30. juni næsta ár.

Tað hevur ongantíð áður gingið so skjótt at selja øll atgongumerkini, verður sagt.

Forsølan byrjaði 4. november, og tók tað einans 49 dagar at selja øll atgongumerkini.

Nógv nøvn eru á skránni til Voxbotn 2018 - millum annað rokkbólkurin Nephew, Mike Perry, Gilli, kvinnuligi DJ’arin BJones, Byrta, Shu-Bi-Dua hitt frá Hardinger Band, Swangah, Janus & Jens Marni, Hamradun og Danny & The Veetos.

Nú tá tað er útselt, verður eingin durasøla til Voxbotn 2018. Tó verða eins og undanfarin ár 200 atgongumerki sett til sølu í vikuni, sum Voxbotn er. Fyriskipararnir siga, at hetta er fyri at geva teimum, sum ikki vistu um tiltakið, og sum koma til landið í summar, ein møguleika at ogna sær eitt atgongumerki.

Hetta er sjeynda árið, at Voxbotn verður fyriskipað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo