Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fuglafjarðar kommuna: Talan er um eina útstykking til sethús á Bøvegi í Fuglafirði. Arbeiðstøkan í sambandi við vegin varð boðin út fyri seg, og var tað arbeiðstakarin Falkon, sum stóð fyri hesum arbeiði afturi í 2014.

Síðani varð sjálv planeringin av grundstykkjunum bjóðað út, og átti JHR Entreprenørar lægsta boðið og fingu arbeiðið.

Upprunaliga var ætlanin at útstykkja 12 vanlig grundstykkir, men hendan ætlanin bleiv seinni broytt til at umfata 9 vanlig grundstykkir og trý dupult grunstykkir.

Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión millum 7 arbeiðstakarar, og átti JHR Entreprenørar Sp/f lægsta boð, og varð sáttmáli undirskrivaður 27. februar 2019.

Vanligu grundstykkini eru á leið 500 fermerar til víddar, og dupult grundstykkini eru 300 fermetrar til víddar. Grundstykkini eru grovplaneraði íroknað tekniskar leiðingar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo