Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at gera serstaka byggisamtykt fyri út-stykkingina á Grótbrúgv í Vestmanna.

Serstaka byggisamtyktin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni

í vanligari skrivstovutíð
frá 15. juni til 6. juli 2017
- báðir dagar íroknaðir.

Serstaka byggisamtyktin sæst eisini á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu www.vestmanna.fo.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 27. juli 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann