Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Lesarin skrivar

Felagið Føroysk Træseglskip hevði aðalfund í síðstu viku, fríggjadagin 8. november.

Tveir av stovnarunum, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, tóku ikki við afturvali.

Nýggja nevndin tekur við, har “gomlu” sleptu.

Avbjóðingarnar eru nógvar, - tað fyrsta vit fara í holt við, er at royna at útvega gamla siglandi træskipaflotanum meira stuðul, so vit ikki missa hesar dýrgripir av hondum.

Vit halda, at fíggjarlig orka er í samfelagnum at varðveita tann partin, sum í dag siglir.

Fyrsta stig verður at venda okkum til Føroya Løgting og allar kommunurnar um framhaldandi at vísa virðing fyri træseglskipunum og tí sjálvbodna arbeiði, ið har verður lagt, og sum kemur væl við, og styrkir okkum enn meira í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi.

Uttan almennan stuðul ber snøgt sagt ikki til at varðveita tað, ið eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum.

Vit ynskja níggju “reiðarunum” tillukku og bestu eydnu við Grinkil – FD 563 og Brimnes – TN 163.

Vit í nevndini takka Føroya fólki fyri stuðulin í  árinum, ið skjótt er runnið.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár - og góðan byr í nýggja árinum

Kári millum Garðarnar, formaður
Gudmund Jacobsen, næstformaður
Emil Simonsen, nevndarlimur
Hávarður Enni, nevndarlimur
Claus Reistrup, nevndarlimur
Jóannes Eidesgaard, tiltaksnevndarlimur
Dánial Joensen, tiltaksnevndarlimur

Havast skal í huga, at siglandi træskipaflotin er ein okkara størsti mentanararvur og súlan undir okkara nútímans framkomna samfelag. -  Latið ei søguna doyggja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo