Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Í aftursvari til mína grein um seinkaðu skúlabyggingina sigur borgarstjórin, at eg bara royni at finna okkurt at seta fingurin á, og at stórar verkætlanir taka tíð. Tað, sum vit sum býráðslimir hava at halda okkum til er, at tá ið ein stór verkætlan fer í gongd, verður ein kostnaðarmeting gjørd og ein tíðarætlan løgd. Tá ið hetta so ikki heldur, tí enn er byggingin ikki boðin út, so eiga vit at fáa svar uppá, hví so er.

Tað er júst henda spurning eg reisti í grein míni. Tað er tíðum so, at tá ið man ikki hevur eitt svar, so leypir man bara á.

Sitandi samgonga kann takka fyri, at seinasta býráð legði so góðar lunnar undir, bæði í sambandi við fyrireiking av verkætlanunum av skúlanum og miðbýnum, eins og vit fíggjarliga arbeiddu so væl, at vit í dag megna at hava ein so stóran íløgukarm. Eitt dygdargott fíggjarligt grundstøði hjá sitandi samgongu og øllum býráðnum at arbeiða útfrá. At tíðirnar so eisini hava verið metgóðar, kunnu vit takka okkara dugnaliga vinnulívi og borgarum fyri.

Væl veit eg, at stórar verkætlanir taka tíð. Tað eru bert knapt 5 ár síðani, at undanfarna býráð framdi eina stóra og væleydnaða skúlabygging, sum stóð liðug í 2011. Henda verkætlan helt bæði kostnaðarmeting og tíðarætlan. Longu tá varð arbeitt víðari við útbygging av skúlaøkinum. So ja, stórar verkætlanir taka tíð. Tá ið vit fáa eina tíðarætlan festa á blað, og hon ikki heldur, so er ikki meir enn natúrligt, at vit spyrja hví.

So, heldur enn at leypa á og leggja øðrum motivir til, ið ikki eru verulig, so greið bara okkum, bæði býráðslimum og øllum borgarunum heldur frá, hví tíðarætlanin ikki heldur. Sjálvandi standa vit saman um hesa stóru verkætlan, tí er eisini umráðandi at ferðin verður sett upp.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo