Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eftir at Magni Arge er farin at føra sín heilt privata uttanríkispolitikk frá Tí danska Fólkatinginum saman við tí danska Eindarlistanum, mugu føroyskir veljarar spyrja, hvaðani hann hevur fingið sítt mandat frá.

Hava føroyingar ynskt hetta magnesiska initiativið, at Arge forlovar seg við politiskum óruddi í Tí fanatiska danska Eindarlistanum, sum framvegis rennur ódemokratisk hálvkommunistisk ørindi?

Er tað Løgtingið, Landsstýrið ella Uttanlandanevndin, sum hevur givið honum "carte blanche" til at stuðla einum catalonskum ævintýrara, sum stendur til harða fongsulsrevsing?

Valla, - tí so tápuligir eru føroyskir politikarar kortini ikki!

Men teir føroysku myndugleikarnir eru politiskir rædduskítar og tora ikki at kvetta í tvey!

Teir tiga og krógva seg!

Sjálvur uttastovu-ministarin er so elendigur, at hann torir ikki til Madrid, men ætlar heldur at krógva seg í Japan.

Men hvat skal tann legitima spanska stjórnin í Madrid halda um Føroyar, so leingi sum føroyskir myndugleikar ikki leggja stóran sjógv millum seg og ørskapin hjá Arge-manninum?

Tað er altíð lívsfarligt, tá ið ein politiskur dilettantur sum Magni roynir at eta kirsuber við gigantum.

Hann kann fáa stórar klettar beint í eyguni og fella í politiskt óvit.

Tað hevði tí verið sera hóskandi, um Aksel løgmaður í bræði setti henda ábyrgdarleysa hvessingin á tí danska Fólkatinginum alvorliga uppá pláss og umskyldaði tann naiva ørvitisknokkin yvirfyri tí demokratisku stjórnini í Madrid!

Ein føroyskur politikari, sum troystar sær at fraternisera við so vitleysum fanatikarum sum Tí danska Eindarlistanum, er ikki mætari enn teir salonkommunistar, sum elskaðu massamordararnar Enhver Hodja í Albanien, Pol Pott í Cambodja og Kim í Nordur-Korea í sínari tíð.

Summir teirra manna nógvar føroyskar almennar stovnar í dag!

Skullu slíkir stovukommunistar føra føroyskan uttanpolitikk?

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo