Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Beint undan jólum kom fram í ljósmála, at Grønland, Ísland og Føroyar høvdu undirskrivað eina avtalu/ein sáttmála um samstarv. Undirskrivaður í august 2017.

Tá ið lond undirksriva sáttmálar/avtalur, so eru øgiliga nógv formlig krøv. Td, tá ið EU skal hava 27 lond at semjast, so skal nógv arbeiðið til at fáa semju í lag. Tí ósemjurnar kunnu vera stórar. Men loksins koma londini á mál.Helst tí at tey samráðast í tí “rætta andanum”.

Føroyar hava eina skipan, at tá ið sáttmálar á fólkarættarligum grundarlagi, í ikki yvirtiknum málum,og málum, har bæði Føroyar og Grønland eru partur av sáttmálanum,verða gjørdir, so samskiftir Landsstýrið eisini við donsku stjórnina, soleiðis at semja er, tá ið málið verður lagt fram. Soleiðis at “fløkja ikki kemur í”.

Ein lutfalsliga lættur og einfaldur máti.Danska stjórnin fylgir við á “síðulinjuni”.

Er talan hinvegin um  eina “hensigtserklæring”, so er ikki neyðugt at samskifta við nakran um tað.

Men Poul Michelsen valdi ikki at fylgja nøkrum sum helst mannagongdum. Hann samráddist og undirskrivaði eina avtalu uttan at spyrja nakran sum helst um nakað sum helst.

Og tá ið danska stjórnin gjørdi hann varugan við manngagongdirnar, ja, so bleiv hann stokkfornermaður.

Hann fortaldi donsku stjórnini í einum brævi, at yvirskriftin var ein sáttmáli, men innihaldið var ein “hensigtserklæring” – ein yvirlýsing.

Kann samanberast við at samanskriva eitt uppskot til samtyktar og eina løgtingslóg samstundis.

Sjálvandi skal slíkt rættast. Men ístaðinfyri at gera tað, so skrivaði Poul ein alinlangan kronikk í Sosialinum, har hann legði donsku stjórnina undir bæði líkt og ólíkt.

Tað eru bara teir báðir Poul Michelsen og Kim Jong-un í Norðurkora eftir í verðini, sum samráðast uppá handa mátan.

http://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=75848

KVF tekur so málið upp. Men tey fortelja ikki røttu søguna. Tey venda søguni á høvdið.Tey vinkla ikki søguna sum hon natúrliga skal vinklast.

Høvuðssøgan er spurningurin um hví danska stjórnin hevur gjørt Føroya Landsstýri varugt við hetta mál.

At kanna, um allar mannagongdir eru hildnar, og heimaarbeiðið er gjørt til lítar.

Nei,nei, tey uppfinna eina David og Goliat søgu – eina, tað er so synd í okkum søgu -, har Brynhild Thomsen setur sær fyri at kanna, hví Poul Michelsen er blivin illur.

Og so setur Brynhild sær fyri at finna útav, hví Poul bannar.

Brynhild heldur tað eisini vera so øgilga stuttligt at sleppa at siga “kongeriget Danmark, for såvidt angår Færøerne” uppaftur og uppaftur. Hon brúkar hesa annars vanligu løgfrøðiligu orðingina niðrandi.

http://kvf.fo/dv?sid=75849

2:57 minuttir

Bogi Godtfred legst heldur ikki á boðini. Hann dregur Sjúrð Skaale inn í eitt KVF kjak – 22 desembur 2017.

Sjúrður er bo”g”sendur -, at stuðla uppundir søguna um hvussu óreinir danir eru ímóti okkum.

Hví hjálpir tú ikki Poul, spyr Bogi bønandi og biðjandi? Poul treingir til hjálp!!!!

Hjálp til hvat. At bróta allar mannagongdir?

Og tá ið Sjúrður Skaale so, eftir at hava fylgt við Boga eina løtu, ikki klárar at halda sær longur, fortelur hann Boga røttu søguna um, hvussu fantastiska væl samstarvið virkar millum Føroyar og Danmark í uttanríkismálum.

Hvussu stórt frælsi vit hava. Nógv størri frælsi enn EU londini hava. Sjúrður fortelur honum, at vit eru einasta land í vesturheiminum, sum selja sild og makrel í Russlandi, sjálvt um danir og restin av Evropa boykottar Russland.

Spurningurin er so, um vit skulu vera stolt av at marsjera við síðuna av restini av vesturheiminum í Russlandi.

Her hava danir hjálpt okkum, so tað stendur eftir. Tað er heilt týðiligt, at hetta ikki kemur væl við hjá Boga. Hetta oyðileggur alt tað einsíðuga uppleggið.

Lat meg undirstrika, at eg teljist millum tey, sum halda KVF vera frægasta kritiska miðilin vit eiga. Men tað forpliktar tykkum sum arbeiða har. Tit eru hvør sær trúvirði  KVF´s.

Jákup Fróði Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo