Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Innlendis ítróttur

SÍ MYNDIR HER

FSF skipaði í vikuskiftinum fyri fyrsta heilsufótbóltsdegnum. Á skránni var fótbóltskapping, og síðani hildu Snorri Patursson og Álvur Hansan fyrilestrar.

- Dagurin eyðnaðist sum heild sera væl, sigur Andrass Thomsen, ið var ein av fyriskipararnum. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, ið verður hildið á hvørjum árið.

Heilsufótbóltsleikararnir úr AB vunnu kappingina, meðan KÍ og FC Trón vunnu ávíkavíst silvur og bronsu, samanlagt luttóku fimm lið í kappingini.

Endamálið við heilsufótbóltsdegnum er at geva teimum, ið spæla heilsufótbólt, møguleika at hittast til ein stuttleikan dag, har fótbóltur og heilsa er í miðdepli. Samstundis sum hetta skal vera við til at skapa enn størri áhuga fyri heilsufótbólt.

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

Les meira um ágóðan, ið tú og kroppurin hjá tær fær av heilsufótbólti: trýst her

SÍ MYNDIR HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo