Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Av teimum týdningamestu botnfiskasløgunum er væl meira avreitt av tosk og hýsu  - ávikavist 64 og 71%. Nakað minni er avreitt av upsa, um 18%, og 8% minni av øðrum botnfiski.

Av øðrum fiskasløgum er ein fjórðingur minni av svartkalva avreiddur higartil í ár, meðan meira enn tvífalt av havtasku er komin uppá land, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Avreiðingarvirðið er tilsamans fimtingin betri enn í fjør. Tað er toskurin og hýsan saman við havtaskuni, sum draga avreiðingarvirðið upp. Virðið á botnfiskinum er tilsamans vaksið góð 28%, meðan nøgdin er vaksin 16%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo