Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Granskingarráðið: Føroyski arbeiðsmarknaðurin klárar ikki nóg væl at taka ímóti væl útbúnum tilflytarum og at gagnnýta teirra fakligu førleikar. Størsta forðingin er málið.

Í nýggjari grein hjá Elisabeth Holm, ph.d.-lesandi, verður staðfest, at væl útbúnir tilflytarar missa fakligar førleikar við í áravís at verða fastlæstir í ófaklærdum størvum, sum t.d. á flakavirkjum og í reingerðarstørvum.

Forðingarnar, ið tilflytarar uppliva í sambandi við flytiføri (mobilitet) á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eru nógvar, og stuðul til at vinna á hesum forðingum er lítil og eingin.

Vantandi førleiki í føroyskum (og lutvíst í donskum), saman við vantandi møguleikum at ogna sær hollan málsligan førleika, gerst tí størsta forðingin fyri flytføri og integrasjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Á ein hátt er neyðugt at koma í starv til tess at læra føroyskt og at lívbjarga sær, men hinvegin, so eru einastu tøku størvini av slíkum slagi, at nærum einki samskifti fer fram.

Hetta ger, at fleiri av teimum nýføroyingum, ið ynskja at brúka sínar fakligu førleikar og at læra seg málið, verða fastlæstir í eini óhepnari ringrás.

Orðini “Arbeiðsgevarar kundu brúkt okkum, men tað gera teir ikki” eigur ein vælútbúgvin kvinna, sum telist millum teir mongu nýføroyingarnir, ið kenna seg fastlæstar í ófaklærdum størvum í nýggja heimlandi teirra.

Greinina “’Employers could use us, but they don’t’: voices from bluecollar workplaces in a northern periphery” hevur Elisabeth Holm skrivað saman við vegleiðarum sínum, Bernadette O’Rourke and Mike Danson. Greinin er júst útgivin í viðurkenda altjóða tíðarritinum Language Policy, ið er høgt í metum innan fakøkið samfelagsmálvísindi (sosiolingvistikkur). Hon kann frítt lesast her 

Niðurstøðurnar í greinini eru viðkomandi fyri myndugleikar á integrasjónsøkinum, og serliga hjá teimum, ið hava ábyrgd av at menna føroyskt sum annaðmál. Við ov fáum átøkum, verður ein ójavni skaptur og styrktur, ið hevur keðiligar avleiðingar fyri einstaklingar og samfelag okkara.

Mál er ikki bara nakað, ið kemur av sær sjálvum, eftir at fólk móð og útlúgvaði eru komin heim úr málsliga isoleraðum størvum og tungum fysiskum arbeiði á t.d. einum flakavirki.

Serligar avbjóðingar eru eisini tengdar at tí at læra eitt lítið mál sum okkara, har vit er umgyrd av øðrum málum á miðlum, ið annars kundu verið keldur til at tilognað sær høvuðsmálið í einum landi, so tí skal so nógv meira til enn tað, ið boðið verður tilflytarum kring landið í dag.

Greinin, ið er brot úr ph.d.-verkætlan hjá Elisabeth Holm um nýmælt í føroyskum, byggir á etnografiskt kanningararbeiði á tveimum flakavirkjum, og á samrøður við tilflytarar úr fimtan ymiskum londum.

Flestu teirra arbeiða á flakavirki ella í reingerðarstørvum.

Í granskingarverkætlanini verður serligur dentur lagdur á upplivingarnar hjá tilflytarum og avbjóðingum teirra í samband við at læra føroyskt, og hvussu tey uppliva at koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Elisabeth Holm er partur av netverkinum "New Speakers in a Multilingual Europe: Opportunities and Challenges", sum til ber at lesa um her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo