Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar Kommuna: Í gjár var Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Hetta var 10. ferðin, at starvssøkjandi og arbeiðsgevarar kundu nýta høvi at hittast til prát um møguligt samstarv.

Tórshavnar kommuna var eisini umboðað sum høvuðsstuðul, og borgarstjóri Annika Olsen, helt setanarrøðana fyri Jobmatch.

61 fyritøkur og stovnar høvdu meldað til tiltakið, eitt tal, ið er støðugt vaksandi sambært Katrin Gregersen, ið er samskipari av tiltakinum. 54 fyritøkur vóru tilmeldaðar í fjør, men heldur fleiri høvdu bókað prát undan tiltakinum enn í ár.

- Ein frágreiðing er kanska tann, at tað eru nógv størv leys at søkja í løtuni, samstundis sum at nógv fólk eru í starvi, og tí ikki hava sama tørv á at koma í samband við fyritøkurnar.

Onkrar broytingar eru gjørdar frá í fjør, ið hava verið til tað betra. Veggurin millum Kringluna og Høllina var tikin burtur, sum gjørdi stóru høllina nakað luftigari.

Enn kenna tey ikki talið av vitjandi, men ein javnur streymur av vitjandi var gjøgnum dagin, ið vardi frá 13 til 19.

Næsta Jobmatch verður um somu tíð næsta ár, og longu nú eru fleiri enn 30 fyritøkur meldaðar til.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna, ið Annika Olsen, borgarstjóri, helt í sambandi við setanina av Jobmatch.

---

Jobmatch 2018
Norðurlandahúsið 28. desember 2018

Góðan dagin og vælkomin til Jobmatch, sum hesa ferð verður hildin fyri 10. ferð.

Tað er stuttligt at síggja, at so mong eru møtt í Norðurlandahúsinum í dag. Tað er altíð ein gleði at hitta okkara ágrýtnu ungu, ið eru so full av orku og góðum hugskotum. Hugskotum, ið kunnu vera okkara samfelag til gagns.

At meta eftir teimum 61 fyritøkum, stovnum og kommunum, ið hava meldað til Jobmatch 2018, kunnu vit bara staðfesta, at tit, okkara ungu og væl útbúnu, eru ein umbiðin bólkur.

Í Tórshavnar kommunu hava vit í vikuvís fyrireikað okkum til hendan dagin, tí sum tit vita, er nógv virksemi í kommununi, og tað merkist runt um á okkara deildum. Uppgávurnar gerast fleiri og størri, og vit hava alsamt tørv á betri loysnum til ymsu uppgávurnar í kommununi.

Áhugin fyri at flyta heim er metstórur í ár. Ongantíð hava so mong fólk búð í Føroyum sum just nú. Fyri fáum árum síðani skrivaði eg eina kronikk í bókina “Exit Føroyar”, um óhepnu støðuna, tá okkara ungu velja Føroyar frá. Í dag kunnu vit staðfesta, at tað ikki longur eitur “Exit Føroyar”, men “Enter Føroyar”.

Hesin metstóri fólkavøksturin sæst sjálvsagt aftur í tørvinum á fleiri bústaðarmøguleikum og ansingarmøguleikum, og vit síggja eisini, hvussu tíðin samstundis búnast til at menna nýggjar vinnur.

Eitt nú stendur ferðavinnan hjá okkum í besta blóma. Ferðafólkini gerast fleiri og fleiri í tali, og tað er tískil umráðandi, at vit gera okkum til reiðar til hesa vinnu. So seint sum í síðstu viku skrivaði Tórshavnar kommuna undir samstarvssáttmála við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn um at menna vinnuferðavinnu. Tað er umráðandi, at vit fáa tey røttu ferðandi hendan vegin, at ferðavinnan er fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygg. Tøl tala, og tað vísir seg, at ráðstevnugestir leggja trífalt so nógv eftir seg sum vanlig ferðandi. Tí er hetta ein málbólkur, vit eiga at dyrka.

Eitt annað evni, ið er sett á breddan er menningin av Kt-loysnum. Við Talgildu Føroyar er gongd av álvara sett á talgilding fyri alt landið, og er hetta ein tiltrongdur leistur, ið vit heilsað vælkomnum. Føroyar kunnu sum lítið land gerast eitt testlaboratoire í sambandi við talgildar loysnir. Vit hava allar fortreytirnar, vit hava heilarnar og vit hava eisini loysnirnar.
Okkara telefyritøkur eru í heimsklassa og Føroyar munnu teljast millum mest framkomnu lond, tá ræður um internetsamband.

Í heyst var nýggj bókingarskipan til barnaansing tikin í nýtslu, og ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er at halda fram við at menna loysnir, ið eru lættari og smidligari fyri bæði borgara og umsiting at handfara. Tað er bert hugflogið, ið setir mørk fyri talgildingina, og vónandi fáa vit enn fleiri loysnir, ið kunnu betra um tænastuna hjá okkara borgarum.

Vit fegnast um, at tað eru so mong, ið venda nøsini heim og ynskja at allir borgarar kenna seg vælkomnar í Tórshavnar kommunu og í landinum øllum. Men ein hvør vælferð kemur við avbjóðingum, og tí tørvar okkum alsamt fleiri hendur og hugflog til at menna nýggj hugskot og møguleikar. Og tí gleðist eg um, at tit eru so mong, ið bjóða tykkum fram í dag.

Tað eru fleiri kommunur umboðaðar her í dag, og uppgávurnar uti í kommununum eru bæði mangar og fjølbroyttar.

Vit hava fyrst og fremst hava vit tørv á at veita eina góða tænastu til okkara borgarar. Fyri at tríva í nøkur dømi, so hava vit í Svimjihøllini tørv á umsjónarfólki og lívbjargarum, børnini í vøggustovunum skulu ansast í reinum og tryggum umhvørvi, okkara eldru borgarar skulu hava føðslugóðan mat og røttu venjingarmøguleikar, og ikki at gloyma skulu allir stovnar og starvsfólk hjá kommununi hava góða kt-útgerð og net fyri at gera sítt arbeiði so gott sum gjørligt.

Vit hava tørv á, at gøtuljósini og ferðsluljósini rigga, at býurin er reinur og ruddiligur, at drekkivatnið er reint, at okkara borgarar kunnu flyta seg trygt til gongu, á súkklu og í bili. Okkara grønu øki skulu fríðkast og haldast viðlíka, tað skal vera pláss og umstøður fyri Tórshavn marathon og Voxbotn konsertum og felagssangi á ólavsøku – einki av hesum kemur av sær sjálvum. Tað skulu dugnalig og arbeiðssom fólk til at fáa hjólini í býnum og í landinum øllum at mala.

---

Sum tit síggja, er tørvur á nógvum góðum hondum og kreativum heilum her heima, og tí gleðist eg um, at tit hava valt at koma her í dag.

Nøkur tykkara hava valt at vitja ávís arbeiðspláss, meðan onnur kanska eru komin fyri at fáa íblástur. Alt eftir hvørjum øki, tit eru áhugað í, kann tað tykjast at vera langt millum tey tøku dreymastørvini, men fleiri av arbeiðsplássunum eru eisini fegin um møguleikan at fáa starvslesandi og verkætlanarfólk við í sín hóp.

Tað er jú soleiðis á einum arbeiðsplássi, at okkara arbeiðslív og gerandisdagur alsamt broytist, og loysnir, sum fyri stuttari tíð síðani vóru tær allarbestu, eru kanska ikki tíðarhóskandi meir. Tí hava vit alsamt tørv á nýhugsan og kreativum loysnum. Sum samfelag hava vit eisini eina stóra ábyrgd at taka á okkum, nevniliga umhvørvisvinarligar loysnir, sum nógv av tykkum vita meir um enn so mong onnur av okkum.

Tí vóni eg, at tit eru fleiri, ið taka av møguleikanum fyri samstarvi, tí eg eri vís í, at tit saman við arbeiðsgevarum kunnu koma fram til nógv góð hugskot til verkætlanir og ritgerðir – og kanska eitt spennandi starv?

Tit ungu og nýútbúnu eru okkara dýrabara tilfeingi, og vit vita, hvussu týdningarmikið tað er, at tit fáa eina góða byrjan upp á arbeiðslívið og ikki minst at tit sleppa at brúka tykkara vitan á ein fullgóðan hátt. Tí vóni eg, at tit fáa eina góða uppliving av arbeiðsgevarum, ið eru meldaðir til í dag.

Eg ynski tykkum ein góðan dag og eitt gott nýggjár til tykkum øll.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo