Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

- Prátið gekk fyri seg á enskum, tí nakrir av nýggju borgarum okkara, duga ikki føroyskt, sigur Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk hjá kommununi sum bjóðaði vælkomin.

Virkandi borgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, tók síðani orðið og avdúkaði m.a. eitt kunningarhefti, ið kommunan hevur latið úr hondum. Heftið er sera hent hjá nýggjum borgarum, tí miðað hevur verið ímóti at svara øllum spurningum, ið kunnu hugsast at stinga seg upp, tá ein flytir til eitt nýtt stað. Heftið finst bæði í enskari og føroyskari útgávu.

Klaksvíkingurin Eyðun Nolsøe, ið fyri nøkrum árum síðan flutti til Tvøroyrar, legði rødd til nøkur løg ímillum røðurnar.

- Eyðun, við sínum positiva lyndi, greiddi eisini frá hvat hann helt um at búgva á Tvøroyri og var tað ein fragd fyri ein tvøramann at hoyra, sigur Bjarni Nygaard.

Marina Popovic flutti til Tvøroyrar, úr Serbia, at spæla flogbólt. Fyrst til Miðvágs, síðan til Tvøroyrar at spæla við TB, har systir hennara, Maja, eisini leikti á sinni. Marina bar fram røðu, og hevði bara gott at bera Tvøroyri og tvøráfólki. Opin, glað og spyrjandi fólk, segði hon. Nancy Steinkross úr Ghana, ið giftist til Tvøroyrar fyri nøkrum árum síðan, var somuleiðis sera, sera glað fyri at vera her. Báðar høvdu okkurt lekkurt við til góman á teimum vitjandi, ið tær sjálvar høvdu gjørt – okkurt, ið tær vanliga gjørdu í teirra heimlondum.

Sum eitt festligt innslag, tók vikarierandi presturin á Tvøroyri, Henning Bøgesvang, eisini orðið. Hann rósti kommununi fyri at skipa fyri tílíkum tiltaki – hetta var hugkveikjandi og nakað, ið onnur eisini áttu at gjørt. Hann nýtti eisini høvið til at bjóða nýggju borgarunum at vera hjartaliga vælkomnir í kirkjuna.

- Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu góð uppmøtingin var. Umleið 45 fólk vóru møtt. Fólk úr m.a. Ghana, Grønlandi, Teilandi, Filipsoyggjunum, Danmark og øðrum føroyskum kommunum, vóru, saman við familju, vinum og kenningum, møtt upp fyri at vita hvat var á skránni, greiðir Bjarni Nygaard frá.

Tvøroyrar Kommuna vil takka øllum teimum, ið møttu upp og samstundis senda eina serliga tøkk til Nancy, Marinu og Eyðun, fyri at gera hetta kvøldið til nakað heilt serligt. Tøkk skal eisini fara til Henning Bøgesvang, fyri sítt stuttliga innslag.

- Í framtíðini fara fleiri tiltøk/tilboð at verða á skránni fyri tilflytarar okkara og vónandi kunnu vit gera okkara til, at hesi koma at kenna seg væl í okkara vakra býi, sigur Bjarni Nygaard at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo