Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mentanin blómar í Nólsoy og fólkið trívist. Hetta kom týðiliga fram á borgarafundinum í Nólsoy í gjárkvøldið.

Annika Olsen, borgarstjóri, beyð vælkomin og fegnaðist um tað framgongd, sum hevur verið í Nólsoy seinastu tíðina.

Ein bólkur í Nólsoy legði fram eina ætlan um ein savnsdepil, sum savnar málningar, bátamentanina, ullvirking og annað, sum nólsoyingar eru kendir fyri. Kunnað varð eisini um útstykkingina undir Bøbrekku, og so hevur kommunan eisini sett pening av til at vetrarfriða bygdina. Hetta verður eftir ætlan framt í 2020. Harumframt varð eisini kunnað um kvøldskúlan, sum hevur stóra undirtøku millum nólsoyingar.

Fleiri onnur týðandi mál vóru havd á lofti.

Nólsoyingar tosa nógv um, hvussu máað verður burturav oynni á hvørjum ári vetrarhálvuna. Brimverjan eystan fyri oynna er í ringum standi. Uppgangurin er so ógvusligur, tí einki er, sum brýtur hann. Sjógvur og grót skolar inn yvir bygdina. Fótbóltsvøllurin hevur í fleiri førum verið undir í gróti og móru. Onkur nevndi, at trýstið kundi minkað aftur, um eitt op var í oynni sum í gomlum døgum, tá ið sjógvurin slapp víðari.

Nólsoyingar hava eitt stórt ynski um at fáa gjørt einar 4-6 íbúðir til tilkomin fólk, sum vilja sleppa úr sínum stóru húsum og í nakað minni. Í dag verða óhjálpin eldri send til Havnar, og nólsoyingar vilja fegnir hava eitt heim til borgararnar, so teir ikki noyðast av oynni.

Samferðslan fyllir eisini nógv í Nólsoy. Nólsoyingar vilja fegnir hava ein túr eftir skúlatíð kl.15. Sum nú er, bíða børnini í Havn til kl.16:20. Haraftrat var ynski eisini um ein eyka túr um kvøldið.

Myndirnar hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið. Sí fleiri myndir HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo