Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Nú Løgtingið er farið í summarfrí og vælferðarlógin ikki var samtykt, er veikasti borgarin sleptur upp á fjall.

Vælferðarlógin skuldi tryggja at: Borgarin skal eggjast, stimbrast og stuðlast til at hava so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og at borgarin skal hava ávirkan á tilgongdina og innihaldið í teim tænastum, sum honum verða tillutaðar og veittar. (kelda: Borgarin takast uppá ráð)

Kunnu vit sum samfelag liva við tí?

Eingin trygd er fyri at Vælferðalógin verður løgd fram aftur í einari komandi tingsetu.

Stórur vandi er tí fyri, at alt tað arbeiði og orka, ið fakfólk og onnur hava lagt í arbeiðið, er til einkis.

Føroya Pedagogfelag heitir á Løgtingið um at koma saman aftur og fáa samtykt lógina.

Føroya Pedagogfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo