At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Krutl

BirkBlogg: Vælgagnist er heitið á degnum, har køn og roynd fólk varpa ljós á viðkomandi evni og vandamál í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum Gist & Vist, sum rekur trý hotell og nítjan veitingarstøð í Havn og úti um landið.

Umframt at ferðavinnan var yvirskipaða evnið á fakliga degnum, sum Magni Arge leiddi við fermari hond í gomlu Saltsøluni á Vestaru Bryggju í Havn, varð eisini varpað ljós á starvsfólkini í samtakinum, sum í undanfarna ári vóru 898 í tali og 198, sum arbeiddu fulla tíð.

Tilsamans vórðu 62 milliónir goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør, sum umframt føroyingar taldu 69 útlendingar úr 14 londum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo