Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Innlendis ítróttur

Í samstarvi við Ítróttarsamband Føroya er Vælvera Fitness nú er partur av Anti Doping Danmark. Hetta er galdandi fyri allar tær fýra venjingarmiðstøðirnar í Tórshavn, Saltangará, Vestmanna og í Vági.

- Vit eru sera fegin um, at vit kunnu bjóða limum okkara eitt gott og trygt umhvørvi og samstundis vera við til at fyribyrgja doping í føroyska fitnessheiminum, siga eigararnir av Vælveru Fitness.

- Okkara endamálið við fitness er at seta sjóneykuna á góða heilsu, og við nýggja samstarvinum við ÍSF eru vit við til at gera vart við trupulleikan, tá tað snýr seg um doping í fitnessumhvørvi. Í Danmark hevur doping verið ein stórur trupulleiki í langa tíð, og tað hevur ført við sær, at fleiri fólk ikki hava kent seg heilt trygg í venjingarmiðstøðum. Júst slíkar trupulleikar vilja vit sleppa undan í Vælveru Fitness, og tí hava vit valt at samstarva við ÍSF og Anti Doping Danmark, siga eigararnir.

Avtalan millum Vælveru Fitness og ÍSF merkir, at størri dentur verður lagdur á at fyribyrgja doping – tað verið seg upp á ymsar mátar.

Týdningarmiklasta endamálið við hesi avtaluni er, at Vælvera Fitness saman við øðrum venjingarmiðstøðum í Føroyum kunnu saman taka frástøðu, tá tað snýr seg um doping og fitness. Eisini vilja vit vera við til at stuðla og hjálpa teimum, sum hava latið seg freistað av doping, og vísa teimum á eina tryggari venjingarleið – uttan doping.

- Vit vænta avgjørt, at allar venjingarmiðstøðirnar í Føroyum fara at blíva partur av Anti Doping Danmark gjøgnum ÍSF, soleiðis at vit øll kunnu hjálpa limunum til at hugsavna seg um góða heilsu og venjing, og samstundis fyribyrgja, at doping verður ein eins stórur trupulleiki og hann er í Danmark, siga eigararnir.

ÍSF fegnast um at enn ein venjingarmiðstøð hevur gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark.

– Tað er av stórum týdningi, at venjingarmiðstøðirnar taka hendan spurningin í álvara, tá tað snýr seg um at fyribyrgja doping. Vit hava tørv á at hava sunnar fyrimyndir og við samstarvsavtaluni við Vælveru er eitt týðandi fet tikið í arbeiðnum at fyribyrgja doping. ÍSF vónar og vantar, at hinar venjingarmiðstøðirnar eisini fara at gera eina samstarvsavtalu við Antidoping Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo