Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Ferðafólkatalið í Vága Floghavn setti aftur met í 2018, tá ið 377.813 ferðafólk ferðaðust um flogvøllin. Hetta er ein framgongd í mun til 2017 upp á 10,7% ella 36.425 ferðafólk fleiri.

Arbeitt verður alla tíðina við tillagingum, soleiðis at flogvøllurin, farstøðin og tænastubygningarnir lúka tey krøv, sum ferðafólk seta.

Harumframt verður hugt eftir møguleikunum at betra enn meira um reglusemið á flogvøllinum.

Bruttoúrslitið fyri 2018 er 35.073 t.kr. ímóti 39.276 t.kr. í 2017. Úrslitið eftir skatt er eitt yvirskot upp á 5,3 mió kr. ímóti góðum 9 mió kr. í 2017.

Orsøkin til lækkingina er serliga avskrivingar, sum eru øktar við 2,2 mió. kr. samanborið við 2017.

Í nevndini fyri P/F Vága Floghvan sita Regin D. Hammer, Oddbjørg Højgaard, Jógvan Páll Lassen og Gunn Møller, sum eru vald av landsstýrinum, og Sámal Birgir Johansen og Tórstein á Steig, sum eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg við Regini D. Hammer sum formanni og Oddbjørg Højgaard sum næstforkvinnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo