Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Vágatíðindi

Vága kommuna 92 mió kr í inntøkum næsta ár.

Tað sæst í fíggjarætlanini fyri 2019, sum liggur á heimasíðuni hjá kommununi.

Raksturin er mettur at kosta 80 mió kr og løgur eru mettar til 12 mió kr í 2019.

Inniverandi ár er ikki gjørt upp enn, men í 2017 vóru inntøkurnar sambært ársroknskapinum tilsamans smáar 99 mió kr og yvirskotið hjá kommununi góðar 26 mió kr.

Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja fram uppskot til fíggjarætlan, sum skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo