Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Smílikulluna, at byrja 01.09.2019. 

Talan er um eitt fast starv á 26 tímar um vikuna.

Vit ynskja av tær
At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.

Fyrimunur er, um tú hevur royndir við børnum við serligum tørvi.

• At tú ert opin fyri broytingum.

• At tú hevur og vísir initiativ.

• At tú hevur góð samstarvsevnir.

• At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.

• At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan
Smílikullan, er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu, fyri børnum úr 1. og 2. flokki.

Vit hava trý verkstøð: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað.

Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðarlundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til  leiðaran, Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarka starv.

Lønarviðurskifti
Lønin er sambært  sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin  fylgir lønarstiganum frá 11 til 21 og hjálparfólk fylgja lønarstiganum frá 2 til 7.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00.

Umsókn, saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til:

Vága Kommunu
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur

Viðmerk brævbjálvan: “Umsókn”.

Ella við teldupost til: vaga@vaga.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi, í seinasta lagið mánadagin, tann 19.08.2019  kl. 1200.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo